Kirkjan skal ikki hava skyldu at signa samkynd

Kirkjan skal ikki hava skyldu at signa samkynd
Hjúnabandslógin er á veg aftur í Løgtingið. Uppskotið er sent til hoyringar
 
07.02.2017 - 20:35

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sent eitt uppskot um at broyta grein 14, stykki 2, í hjúnabandslógini til hoyringar.

Sambært uppskotinum kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, í tann mun fólkakirkjan hevur ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið.

Innanhýsis spurningur

Landsstýriskvinnan sigur, at endamálið við uppskotinum er ikki at broyta reglurnar um kirkjuliga signing av borgarligum hjúnalagi, men at gera fullkomiliga greitt, at tað er ein innanhýsis spurningur í kirkjuni, og at eingin hevur krav um at fáa nakra halgigerð framda í kirkjuni, sum kirkjan ikki hevur ritual til.

Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, at fólkakirkjan fer ikki at hava nakra løgliga skyldu at gera ritual um at signa hjúnaløg, har hjúnini hava sama kyn, og at politisk ávirkan eigur ikki at verða gjørd galdandi um hetta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109