- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðislønarhandan útsett
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hanus_g._johansen.jpg?itok=T7446Wd1)
Ætlanin er at skipa fyri einum mentanartiltaki í februar, har sum virðislønin verður handað, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Nýggjársaftan varð ikki hildin vera besti dagurin til slíka handan, tí tá hendir so nógv annað.
Listavirðisløn Nólsoyar Pálls, sum býráðið og vinnan í Klaksvík lata eina ferð um árið, varð stovnað í 2013.
Fjórðu ferð virðisløn skal latast
Í 2013 fekk Hanus G. Johansen, vísusangari, virðislønina, í 2014 Edward Fuglø, myndlistamaður, og nýggjársaftan í 2015 fekk Eyð Matras, leiklistakvinna, virðislønina.
Listavirðisløn Nólsoyar Pálls er 75.000 krónur. Virðislønin fyri 2016 verður latin í februar í ár.
Í staðin fyri virðislønarhandan nýggjársaftan, ætlar býráðíð í Klaksvík at skipa fyri onkrum øðrum tiltaki nýggjársaftan.