- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marco Rubio: Evropa verður eisini við í friðartingingum

Eitt gott samdøgur eftir at serliga sendifólkið hjá USA í Ukraina, Keith Kellogg, segði, at Evropa ikki verður við í friðarsamráðingum um Ukraina, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tað øvuta.
- Eru veruligar samráðingar - og so langt eru vit ikki komin enn, men tað fara vit - so verður Ukraina við, tí innrás var gjørd har. Og Evropa skal eisini við, tí tey hava eisini tiltøk móti Putin og Russlandi, segði Rubio í samrøðu í sendingini Face the Nation á CBS News í gjár.
Tað hevur elvt til miklan ruðuleika, og lutvíst eisini kreppustøðu, í Evropa og Ukraina seinastu dagarnar í sambandi við fleiri ymiskar ábendingar frá nýggju umsitingini í USA.
Trump og Putin tosaðu í telefon
Mikudagin kunngjørdi Donald Trump, forseti, at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin, skulu samráðast um frið í Ukraina, eftir at teir høvdu tosað saman í telefond í síðstu viku.
- Trump forseti tosaði við Vladimir Putin í síðstu viku, og í tí samrøðuni vísti Putin áhuga fyri friði. Forsetin nevndi sítt ynski um at enda ósemjuna á ein hátt, sum er varandi og verjir ukrainskt sjálvræði, sigur Rubio sambært Reuters.
Leygarkvøldið gjørdi serligi amerikanski sendiharrin í Ukraina, Keith Kellogg, eisini greitt, at Evropa er útihýst frá samráðingunum. Og tað er í andsøg við tað, sum Rubio sigur nú.
Amerikanski sendiharrin í Miðeystri, Steve Witkoff, og trygdarráðgevin, Mike Waltz, fóru í gjárkvøldið til Saudiarabia at hava fyrireikandi fund við Russland.
Rubio fer eisini til Saudiarabia.