![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/2552094560_c76f73c6f2_o.jpg?itok=AgqJQ1NJ)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meðan vit bíða eftir Metallica: Bryan Adams við Tjarnir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/shutterstock_2539648899.jpg?itok=Fp-cACXN)
"At fáa Metallica til Føroya er ein dreymur hjá mær," ásannar Rúni Djurhuus, konsertfyriskipari, nú møguleikarnir at skipa fyri innandurakonsertum eru bøttir sera nógv við nýggju stórhøllini við Tjarnir, ið rúmar 5000 áhoyrarum.
Rúni Djurhuus, ið eisini skipar fyri Voxbotn og Tórsfest, hevur áður skipað fyri konsertum við heimsnøvnum sum James Blunt, Paul Potts, Anastaciu, Markus & Martinus og Medinu gjøgnum felagið Eventz.fo.
Mikukvøldið 23. apríl hevur tað eydnast Rúna Djurhuus at fáa superstjørnuna Bryan Adams at koma til Føroya at spæla við Tjarnir.
Sí innslagið í Degi og viku, tá Rúni Djurhuus avdúkaði Bryan Adams við Tjarnir.
Rúni Djurhuus leggur ikki fingrarnar ímillum, tá tað snýr seg um møguleikarnar, ið stórhøllin við Tjarnir gevur.
"Nú Stórhøllin Við Tjarnir er virkin, eru betri og størri møguleikar at fáa stór listafólk til Føroya at. Hetta er tað, ið vit konsertfyriskiparar hava droymt um," sigur Rúni Djurhuus.
Fyriskiparin viðgongur tó, at tað skal nógv til at fáa 5000 føroyingar at koma til eina konsert, so tað ræður um at raka breitt.
"Bryan Adams ger júst tað, rakar breitt, tí hann er fólksligur og fólk frá 25 til 75 lurta eftir tónleikinum hjá honum. Hási kanadiumaðurin hevur verið ein risi í heimspoppi og -rokki farnu 40 árini. Hann hevur skrivað superhitt sum 'Summer of 69', 'Heaven', 'Run to You' og 'Everything I Do) I do it For You'."
Skorið inn á bein
Bryan Adams hevur ein sang, ið eitur "Cuts Like a Knife", sum er heitislagið á plátu frá 1983. Til konsertina við Bryan Adams við Tjarnir í apíl, verður eisini skorið inn á bein.
"Tað verður Bryan Adams og so ein gittari og eitt klaver. Tú kanst siga, at tað verður Føroya størsta stovukonsert," sigur Rúni Djurhuus brosandi.
Til konsertina verða 3.050 sitipláss, og hóast hetta tykist nógv fyri okkum í Føroyum, men veruliga intimt fyri stjørnuna, Bryan Adams, sigur fyriskiparin.
"Bryan Adams er á einari sonevndari Bare Bones-konsertferðini, sum er eitt intimt konsept, har mongu hitt hansara verða sett í ljósmálan, tá tey verða framførd við aukustiskum ljóðførum."
Bryan Adams á Tórsvølli í juni 2008 (Mynd: g.norðoy á Flickr)
Á Tórsvølli 2008
Bryan Adams var í juni 2008 fyrstu ferð í Føroyum og spældi eina konsert í dýrdarveðri á einum fullsettum Tórsvølli. Ta ferðina var tað við bólki.
Í sambandi við konsertina, so gjørdu journalistarnir Jón Brian Hvidtfeldt og Eyðun Klakstein, ið nú er vorðin landsliðsvenjari í fótbólti, eina samrøðu við Bryan Adams fyri Rás2, ið Heri Simonsen hevur lagt á netið.
Ein virkin listamaður
Bryan Adams hevur ferðast við sínum tónleiki kring allan heim í nærum fýra áratíggju.
Tónleikur hansara hevur rokkið ovastu rók í fleiri enn 40 londum, og hevur vunnið hópin av virðislønum.
Millum annað eina Grammy, American Music Awards, tríggjar Academy Awards, fimm Golden Globe tilnevningar, og hann hevur fingið viðurkenningina Companion of the Order of Canada.
Mynd: Shutterstock.com
Í 2018 byrjaði hann at fáast við sangleikir, og samskrivaði sangir til leikin “Pretty Woman: The Musical” og í 2022 gav hann út sína 16. útgávu “So Happy It Hurts”.
Í august 2024 stovnaði Bryan sítt egna plátufelag, Bad Records, og gav út eina serútgávu við tveimum sangum, “Rock And Roll Hell” og "War Machine".
Konsertin við Bryan Adams við Tjarnir verður mikukvøld 23. apríl. Dyrnar lata upp kl. 19:30.
Atgongumerki verða at fáa frá týsdegum 18. februar kl. 12:00, og tað verða, sum nevnt, bara 3.050 atgongumerki sett til sølu, og tey kosta 795 krónur umframt avgreiðslugjald, boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi.
>>HOYR EISINI: TEMAPLÁTAN 40 / "Reckless", Bryan Adams, 1984
2. november í fjør var stóra gjøgnumbrotsplátan hjá Bryan Adams "Reckless" hjá Bryan Adams temapláta í Plátubarrini. Talan var um fjórðu útgávuna eftir Bryan Adams.
Í fyrstu atløgu megnaði útgávan eitt sættapláss á Billboard sølulistanum í USA. Síðani snávaði hon og grulvaði niður eftir listanum aftur. Men tá "Heaven" og "Summer of '69" komu sum singleplátur, hevði tað stóra ávirkan á LP móttøkuna.
Reckless fór nevniliga upp eftir listanum aftur, og í august árið eftir í '85 var útgávan fremst á Billboard Top 200. Tær almennu seks singlepláturnar vóru allar á Top 15 í USA.
Lagið 'Kids Wanna oRck' var eisini ein singlepláta, men ikki ein altjóða singlepláta og telur tí ikki við í hagtølunum.
Stílurin er popprokkur, okkurt lag kann eisini nevnast hardrokkur.