- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt ár síðan Aleksej Navalny doyði

Í dag er eitt ár síðan russiski andstøðingurin Aleksej Navalny doyði í eini fangalegu í Sibiria.
Navalny, sum bleiv 47 ár, var ofta atfinningarsamur móti russiska forsetanum Vladimir Putin og hansara stýri, og tá hann í 2020 bleiv eitraður við nervaeiturinum Novichok, hildu nógv, at tað var orsakað av hansara atfinningum móti russiska valdinum.
Í 2021 fór Aleksej Navalny av egnum vilja til Russlands, og har varð hann handtikin, so skjótt hann setti fótin á land. Eftir tað fekk hann fleiri ymsar fongsulsdómar - tann seinasti var uppá 19 ár fyri ekstremismu.
Í desember 2023 hevði eingin frætt nakað frá honum í fleiri vikur, og eingin visti veruliga hvar hann var, inntil tað kom fram, at hann var fluttur til eina fangalegu í Sibiria. Har doyði hann brádliga 16. februar í 2024.
Í dag minnast fólk Aleksey Navalny í Moskva, har blómur verða lagdar við grøvina hjá honum, og einkjan Yulia Navalny, sum býr uttanlands, skrivar á X, at hon í dag er í Berlin, har hon saman við øðrum er við í minningarhaldi fyri Aleksej Navalny.