Fróskaparsetur Føroya fingið nýtt stýrið

Fróskaparsetur Føroya fingið nýtt stýrið
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur valt nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum tekur við 1. januar.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur valt nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya
Mynd: Savnsmynd  
 
23.12.2016 - 07:44

Sjey fólk manna stýrið. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir, og tey lesandi velja ein lim. Stýrið situr í fýra ár, tó er skeiðið hjá teimum lesandi eitt ár.

Í nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetrið eru vald:
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Ólavur Ellefsen, stjóri
Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet
Guðrún Nordal, stjóri á Stofnun
Árna Magnússonar, Reykjavík
Gestur Hovgaard, starvsfólkaumboð, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini
Svein-Ole Mikalsen, starvsfólkaumboð, professari, Náttúruvísindadeildin
Umboðið hjá teimum lesandi er Silja Aldudóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini

Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum. Stýrið velur formann og næstformann millum teir stýrislimirnar, sum landsstýriskvinnan hevur valt uttan fyri stovnin. Limirnir uttaneftir skulu hava univesitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu eisini hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, tekur við 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109