Fyrsti fundurin í dag

Fyrsti fundurin í dag
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur boðið andstøðuni í Løgtinginum til fundar í dag um nýskipan av fiskivinnuni
 
20.10.2016 - 11:10

Landsstýrismaðurin hevur boðið floksformonnunum á fund umframt tveimum øðrum umboðum fyri flokkin, skrivar heimasíðan, ting.fo

Fundurin í dag er hin fyrsti í eini røð av politiskum tingingum og skal - um gongst eftir vild - endað við breiðari semju um, hvussu fiskivinnan á sjógvi skal endurskipast.

Eitt lógaruppskot um vinnuligan fiskiskap, skal leggjast fram í hesi tingsetuni, hava bæði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948