Vil ikki verða vald

bannari
Vil ikki verða vald
Tað er eftur øllum at at døma komið óvart á hjá onkrum at verða komin á nýggja Kommunulistan á Tvøroyri
Barbara Debes Julsgart heitir á veljarar um ikki at velja seg í býráðið. Hon er sett á ein lista, tí tað ikki ber til at nokta at stilla upp til kommunuval
Mynd: Privatmynd  
 
19.10.2016 - 08:56

Eitt av valevnunum á Kommunulistanum á Tvøroyri, Barbara Debes Julsgart, heitir á veljarar um ikki at velja seg í býráðið.

Hon skrivar á Facebook, at hon er sett á listan, tí tað ber ikki til at nokta at stilla upp.

- Men eg havi ongan áhuga at fara upp í kommunalpolitikk á hesum sinni, skrivar Barbara Debes Julsgart á Facebook. Aðrar viðmerkingar hevur hon ikki.

Spurningurin er so, um Kristin Michelsen, eftir at hann varð koyrdur av javnaðarlistanum, hevur havt so stóran skund at stovna ein nýggjan lista til kommunuvalið, at hann hevur ikki havt stundir at spyrja fólk, um tey eru hugað at stilla upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109