Kristin koyrdur av javnaðarlistanum

bannari
Kristin koyrdur av javnaðarlistanum
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri er ikki á vallistanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið, váttar Signar Dam, formaður í lokalfelagnum
Borgarstjórin á Tvøroyri, sum eisini er evsti maður í samgonguni á tingi, er koyrdur av listanum hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri til kommunuvalið
 
18.10.2016 - 16:46

Borgarstjórin á Tvøroyri síðani 2002, javnaðarmaðurin Kristin Michelsen stendur ikki á vallistanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið.

Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag sigur við Kringvarpið,  at Kristin Michelsen hevur givið nevndini orsøk til at ivast í, um hann er á listanum ella ikki, m.a. tí hann vildi hava semju ella avtalu um, at tann, ið fekk flestar atkvøður, skuldi vera borgarstjóraevnið hjá flokkinum, og tí Kristin Michelsen, sambært Signari Dam, hevur roynt at sloppið á annan lista. Hetta er borgaralistin, sum hevði uppstillingarfvrund í gjárskvøldið.

Kringvarpið fekk orð á Kristin Michelsen fyri løtu síðani, men einasta viðmerkingin var:

- Eg havi ikki tíð nú!

Evstamark at lata valnevndini ella kommununi vallistan er um ein tíma, klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109