Havnarútbyggingin: Ein fulltrúi avgreiddi málið

Havnarútbyggingin: Ein fulltrúi avgreiddi málið
Fulltrúin skipaði fyri hoyringarumførum og gjørdi eina niðurstøðu, men landsstýriskvinnan varð kunnað
 
11.08.2016 - 08:35

Tað var ein fyrisitingarlig avgerð.

Tað hevur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum sagt ferð eftir ferð, tá hon hevur verið spurd, hví hon ikki fylgdi tilmælinum hjá síni egnu býarskipanarnevnd, og gav Tórshavnar kommunu loyvi til fara undir at útbyggja havnarlagið eystanfyri.

Fulltrúi skrivaði undir

Og tað skal takast bókstaviliga.

Tí tað var ikki Sirið Stenberg, sum skrivaði undir, tá avgerðin varð Tórshavnar kommunu. Ein fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum skrivaði undir.

Ólavur J. Hansen viðgjørdi málið,  skipaði fyri hoyringarumførum og gjørdi eina niðurstøðu. Men landsstýriskvinnan varð kunnað,  sigur hann við útvarpið.

Sambært stjórnarsamskiparanum í Heilsu- og innlendismálaráðnum, er tað ymiskt, hvussu mentanin er í ráðunum, men í Heilsu- og innlendismálaráðnum hevur tað verið vanlig mannagongd, at  landsstýriskvinnan og aðalstjórin skriva undir tílík mál.

Men sambært Ólavi J. Hansen stendur hansara undirskrift á viðgerðini av umsóknini hjá Tórshavnar kommunu, tí tað er hann, sum hevur viðgjørt málið.

Um tað var landsstýriskvinnan, sum viðgjørdi málið, hevði navnið á henni staðið undir,  sigur hann.

Landsstýriskvinnan varð kunnað

Men Ólavur J. Hansen dugir ikki at svara, um landsstýriskvinnan visti av, at avgerðin varð send Tórshavnar býráð, og harvið varð almenn.

- Eg veit ikki um hon hevur sæð tað - tað má hon svara, men eg havi kunnað hana í teldubrævi, sigur fulltrúin í Heilsu- og innlendismálaráðnum,

Sirið Stenberg vildi í gjár ikki svara, um hon visti, at avgerðin varð undirskrivað og send avstað. Hon segði seg ikki kunnað svarað hesum spurninginum fyrr enn í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109