Arbeiðsbólkur biðið um longda freist

bannari
Arbeiðsbólkur biðið um longda freist
Nevndin, sum skal gera nýggja fiskivinnunýskipan, verður ikki liðug við sítt arbeiði 1. august. Nevndin hevur nú biðið um longri skotbrá
 
21.07.2016 - 08:40

Tað er greitt eftir, at nýskipanarnevndin mikudagin tók samanum sítt arbeiði higartil. Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, váttar fyri útvarpinum, at nevndin tí hevur biðið landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa longri skotbrá til sítt arbeiði.

Johnny í Grótinum hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal fyrst hava høvi til at viðgera umbønina frá nevndini, sigur Johnny í Grótinum.

Landsstýrismaðurin ongar viðmerkingar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði mikukvøldið ongar viðmerkingar til umbønina. Hann vil fyrst hava høvi at síggja, hvat nýskipanarnevndin ítøkiliga biður um.

Útvarpið hevur spurt formannin í nýskipanarnevndini og landsstýrismannin í fiskivinnumálum um orsøkina til, at tilmælið um at nýskipa føroysku fiskivinnuna ikki er liðugt 1 .august, sum ásett er í arbeiðssetninginum frá Fiskimálaráðnum 21. januar.

Tað neyvasta, útvarpið kemur einum svari, er, at meira tíð skal brúkast til hoyringar. Sambært arbeiðssetninginum skal nevndin hava regluligar hoyringar í sínum arbeiði.

SÍ EISINI Arbeiðið gongur eftir ætlan

Tað skal gerast fyri at "byggja eitt sterkt kjølfesti undir nýskipanini og samráðingum um at finna politiskar semjur." Tí vórðu skipaðir tveir hoyringsbólkar, annar við umboðum fyri fiskivinnuna á sjógvi og landi og hin við umboðum fyri politisku flokkarnar á Løgtingi.

Higartil hevur nýskipanarnevndin havt tveir fundir við hoyringsbólkarnar. Ein grundleggjandi táttur í arbeiðssetninginum hjá nevndini er, at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættingum til marknaðargrundaða skipan.

Í arbeiðssetninginum verður víst á, at skipanin viðvíkjandi útluting av fiskirættindunum hevur verið grundað á lógarviðgerð í Løgtinginum ella fyriskipan, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur umsitið og ásett.

SÍ EISINI Sí listan: Hesi manna arbeiðsbólkin

Sambært arbeiðssetninginum skal farast frá hesi skipan, tá ein nýggj fiskivinnuskipan kemur í gildi 1. januar í 2018.

Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til skipan, sum er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindi fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð.

Sambært arbeiðssetninginum kunnu uppskotini vera "Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar" ella "aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477