- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stendur ikki so illa til
Grønlendski búskapurin er í so vánaligum standi, at yvirvísmaðurin og formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, Torben M. Andersen, gevur landinum trý ár at koma á føtur aftur - annars endar grønlendska samfelagið í búskaparligum skrædli.
Hetta skrivaði danska blaðið Børsen mánadagin. Men blaðið tekur ov rívan til, sigur Torben M. Andersen nú við grønlendska kringvarpið KNR. Hann heldur ikki, at vandi er fyri fullkomnum skrædli í grønlendska búskapinum.
Men grønlendsku politikararnir hava tvey til trý ár at taka djúptøknar avgerðir um broytingar, sum skulu fáa búskapin á rætta kós móti sjálvberandi búskapi.
SÍ EISINI Trý ár frá skrædli
Nýskipanir í útbúgvingum og privata vinnulívinum hava skund, og tað almenna noyðist at spara, sigur Torben M. Andersen við KNR.
Tá Torben M. Andersen ikki vil kennast við niðurstøðuna hjá Børsen, er tað tí, at Grønland fær 3,7 mia. kr. frá Danmark um árið. Men neyðugt er at finna 750 milliónir afturat um árið hetta til 2030, áðrenn javnvág er í landskassanum.
Hendir tað ikki, er vandi fyri, at fólk í hópatali fara at rýma úr Grønlandi eins og úr Írlandi og Føroyum seint í 20.øld. Í fjør fluttu 200 fólk, sum eru fødd í Grønlandi, úr landinum, men færri enn tað fluttu til Grønlands.