Høgligari busssamband til Miðnám í Vestmanna

Høgligari busssamband til Miðnám í Vestmanna
Virkandi rektarin vónar, at broytingarnar fara at síggjast aftur í undirtøkuni fyri skúlanum
Nakrir og 70 næmingar ganga á Miðnámi í Vestmanna.
Mynd: Miðnám í Vestmanna  
 
03.02.2025 - 11:43

Á Miðnámsskúlanum í Vestmanna hava tey leingi viljað havt eitt betri busssamband, so tað verður høgligari hjá næmingum aðrastaðni frá at ganga í skúlanum. 

Og nú hevur skúlin fingið tilsøgn frá Strandferðsluni um, at busssambandið hjá Bygdaleiðum verður broytt til tað betra.

 

 

Stóri trupulleikin hjá Miðnámsskúlanum í Vestmanna hevur verið og er, at tað er so óhøgligt at brúka bussarnir hjá Bygdaleiðum at koma til og úr skúla. Nógvir næmingar mugu skifta millum fleiri bussar, og tað merkir, at nógv tíð fer við at bíða eftir næsta bussinum.

Virkandi rektarin, Fróði Skúvadal, fegnast um hetta og vónar, at broytingarnar fara at síggjast aftur í undirtøkuni fyri skúlanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03022025_Frodi_Skuvadal

 

Nakrir og 70 næmingar ganga í løtuni á Miðnámsskúlanum í Vestmanna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017