- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava skipið latið leyst
Eigararnir av farmaskipinum Vezhen, sum sunnudagin var afturhildið av svenskum myndugleikum, tí skipið er undir illgruna fyri sabotasju í sambandi við kaðalbrot í Eystursjónum, krevja nú, at skipið verður latið leyst.
Tað upplýsir svenska kringvarpið, SVT.
Kravið er lagt fyri landsrættin í Stokkhólmi.
Hoyrir ikki heima í Svøriki
Sakførarin hjá skipaeigarunum heldur, at málið hoyrir ikki heima í Svøríki. Grundgevingin er, at skipið er skrásett á Malta, og at lettiska útvarps- og sjónvarpsfelagið LVRTC eiga skadda kaðalin.
Frammanundan hevur Aleksander Kalchev, stjóri í bulgarska reiðarínum Navigation Maritime Bulgare, sum eigur Vezhen, sagt, at skipið møguliga hevur rakt baltiska sjókaðalin, sum fekk skaða sunnudagin.
Tá legði hann dent á, at talan var um eitt hendiligt óhapp, tí ringt veður var á leiðini, skrivar Reuters.