- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogskiparin: At flúgva til Føroya
- Vit sum hava flogið leingið hava eygleitt, at veðrið er broytt, sigur Johan í Niðristovu, sum í yvir 30 ár hevur flogið til og úr Føroyum.
Í samband at tosað varð við Hanus Kjølbro, frá Veðurstovu Føroya, um veðrið og floglíkindi, var ringt til Jóhan í Niðristovu, flogskipara, um sama evnið.
Johan í Niðristovu, flogskipari
Lágættirnar geva trupuleikar
- Størsta avbjóðingin at lenda í Føroyum, tað er, tá ið ættin er landsynningur, ella landsynningur sunnan, við nógvum vindi, sigur Johan, men vit hava eisini lagt til merkis, at tað er meiri eysturætt nú, og tá er oftani avbjóðingar við síðuvindi og turbulensi.
Hann greiðir eisini frá, at tá ið flogið verður inn gjøgnum Sørvágsfjørð, so vit flogskipararnir, nær trubulensur er.
- Er hann sunnan ella landsynningur, so vita vit, at turbulensur er á 4 míl og so er aftur eitt høgg á tveimum mílum, og so átti tað at verið friðarligt og gott lend. Men fáa vit turbulens longri inn enn 4 míl, so er vindurin meiri útsynningur sunnan, enn vit hava fingið mátingar um, sigur Johan í Niðristovu og leggur aftur at, at tað er altíð er til at fyritrekkja, at koma inn yvir Miðvág.
Meiri mjørki og harðligari veður
- Men veðrið er broytt. Tað er nógv meira mjørki í dag. Fyrr var mjørki um ólavsøku tíð, men í dag kann mjørki liggja alla ársins tíð, og tað er ikki óvanligt at mjørki er um jóltíðir. Tað var ikki fyrr. Og so er veðrið nógv harðligari. Tað er nógv meiri harðligt og intenst í dag, sigur Jóhan í Niðristovu.
- Hatta er heilt víst nakað, ið vit hava lagt til merkis, sum hava flogið leingi.
Lurta eftir samrøðuni við Jóhan í Niðristovu í Góðan Morgun Føroya,
Hoyr samrøðuna við Hansu Kjølbro