Flogvanlukka í USA: Líkini av 30 fólkum eru funnin

Flogvanlukka í USA: Líkini av 30 fólkum eru funnin
Vanlukkan hendi, tá eitt ferðafólkaflogfar og ein hernaðartyrla stoyttu saman í luftini
Bjargingararbeiðið á Potomac-ánni hevur verið darvað av veðri.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.01.2025 - 13:29

Higartil eru líkini av 30 fólkum tikin upp úr Potomac-ánni í Washington DC, eftir at eitt ferðafólkaflogfar og ein hernaðartyrla stoyttu saman í nátt. 

Tað skrivar m.a. the Guardian, sum endurgevur dulnevndar keldur.

Flogfarið skuldi seta seg á Ronald Reagan-flogvøllinum, tá vanlukkan hendi. Flogfarið og tyrlan duttu síðani niður í Potomac-ánna, har bjargingarlið síðani hava roynt at sleppa til fólkini, sum vóru við, men vánalig líkindi hava darvað arbeiðnum.

64 fólk vóru við flogfarinum og trý við tyrluni. 

 

Vanlukkan verður kannað

Nýggi verjumálaráðharrin í USA, Pete Hegseth, skrivaði á sosialum miðlum í morgun, at ein kanning var sett í verk alt fyri eitt, bæði av herinum og verjumálaráðnum. 

Sambært BBC verður serliga hugt at floghæddini hjá tyrluni, og hví hon var har í økinum, tá vanlukkan hendi.

Økið, har vanlukkan hendi, er undir sera strongum eftirliti. Tað er bert fáar kilometrar frá bæði Hvítu húsunum og kongressini, og nógv flogferðsla er í økinum.

Enn er ongin fráboðan um, at fólk komu frá vanlukkuni við lívinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
«Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!»
187112
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Nýggjastu sendingar í SV