Veðurmaðurin: At flúgva til Føroya

Veðurmaðurin: At flúgva til Føroya
Tá ið flogið verður til Føroya, eru tað fleiri veðurviðurskifti flogskipararnir skulu taka hædd fyri.
 
03.02.2025 - 10:00
 

Hanus Kjølbro, veðurmaður á Veðurstovu Føroya, hevur tosað við Hans Hansen, royndan flogskipara um veðrið og flúgving til og úr Føroyum. 

- Eg fór ein dagin vestur í vágar, at tosa við Hans Hansen, um tá ið tey í Atlantic byrjaðu at flúgva til Føroya og savna inn veðurdáta í samband við flúgvin. Vit tosaðu um veður og vind í ein heilan dag, sigur Hanus.

 

Hanus Kjølbro, veðurmaður á Veðurstovu Føroya.

 

 

1722884

Lurta eftir samrøðuni við Hanus í Góðan Morgun Føroyar. 

 

Ùr samrøðuni, hevur Hanus skrivað eina grein til heimasíðuna hjá Veðurstovuni. 

 

Sjóvarfall og floglíkindi

Eitt dømi í greinini er, hvussu sjóvarfalli ávirka floglíkindini: 

Tað rekur suður og norður ígjøgnum Mykinesfjørð – 6 tímar og 12 minuttir hvønn vegin. Havið vestanfyri er millum ½ og 1 stig heitari enn havið eystanfyri. Tá ið tað er eystfall, rekur eitt sindur heitari sjógvur suður ígjøgnum Mykinesfjørð, enn á vestfallinum.

 

 

Mjørki í firðum og sundum í Føroyum verður til, tá ið heit luft nertir við kaldan sjógv. Størri munurin er á hitanum í luft og sjógvi, meiri kann koma av mjørka, og – hinvegin – er minni munur á hitanum í luft og sjógvi, so er minni mjørki, og tað kann vera klárt frá sjónum og eitt sindur uppfrá.

Tí leggja flogskiparar sær túrin úr Kastrup ella aðrastaðni til Vágar soleiðis til rættis, at flogfarið skal vera yvir Mykinesi í tíðarskeiðinum, tá ið tann heitari sjógvurin byrjar at reka suðureftir (eysfalskyrrindi) og ein tíma ella so fram.

So er tað eitt sindur klárari í ein tíma ella so, og ofta júst nóg klárt, at flogfarið kann lenda.

Fyri at fáa hetta at eydnast, hava flogførini hjá Atlantic altíð havt upplýsingar við sær umborð, nær eystfals- og vestfalskyrrindi eru í Føroyum. Tað er ikki øll flogfør kring heimin, sum hava tað liggjandi í stýrhúsinum.

 

Øll greinini: At flúgva til Føroya, kann lesast HER

 

1723830

Samrøða við Johan í Niðristovu, um veður og at flúgva til og úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878