- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta lítlan útróður hesa vikuna
Vænta lítlan útróður hesa vikuna
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur
03.02.2025 - 08:43
Nú liggja bæði ísfiskalínuskipini,
Trý frystilínuskip eru við Ísland, og fýra eru við Føroyar. Hini liggja.
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur.
Men veðrið verður ikki gott, so Fiskamarknaðurin væntar lítlan útróður nú í vikuni.
Tveir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Ein frystitrolari fiskar svartkalv. Hinir liggja.
Allir partrolarar, uttan eitt par, eru úti og hava brúkiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.
Tveir trolbátar eru á Skeivabanka, ein er eystanfyri, og tveir eru norðanfyri. Teir fiska havtasku, tosk og hýsu.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Tey hava smáligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV