- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hald lagt á norskt skip við russiskari manning
Hald er í dag lagt á eitt norskt skip, sum bara russarar sigla við. Illgrunier um, at skipið hevur okkurt at gera við, at álvarsligur skaði herfyri kom á ein sjókaðal í Eystrasaltri millum Letland og Svøríki.
Tað eru myndugleikarnir í Letlandi, ið hava vent sær til myndugleikarnar í Noregi, um at taka skipið Silver Dania. Norska politiið hevur nú tikið skipið til bryggju í Tromsø í Norðurnoregi.
Tað siglir vanliga millum St. Pætursburg og Murmansk.
Manningin telur 11, og allir eru russarar. Skipið er skrásett í Noregi, og tað eru norðmenn, ið eiga skipið. Reiðarin sigur, at skipið hevur einki skeivt gjørt.
Norska politiið fer nú at gera ymsar kanningar umborð og avhoyra manningina á Silver Dania.
Hildið verður, at onkur umborð hevur okkurt við skaðan á sjókaðalin at gera, skrivar NRK.