- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna
Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna
Bara eitt uppskot var til forfólkasessin í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20231027-_dsc1822_1.jpg?itok=N2YsbImY)
Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna í fýra ár aftrat.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.02.2025 - 09:31
Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna í felagnum Føroyskr sjúkrarøktarfrøðingar.
Tá freistin at stilla upp til forfólkavalið í felagnum var úti leygardagin, hevði bara eitt valevni boðað frá uppstilling, og tað var Óluva í Gong.
Hon heldur sostatt fram sum forkvinna í fýra ár aftrat.
Tveir nevndarsessir standa eisini fyri vali, og fýra valevni eru til sessirnar. Tær eru:
Birita Tollaksdóttir Clementsen, Guðrið Óluvudóttir, Joan Mohr Mikkelsen og Súsanna Funding.
Felagið Føroyskir súkrarøktarfrøðingur hevur aðalfund 15. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV