- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fer hon at seta ráðharrarnar
Boris Johnson, fyrrverandi borgarstjóri í London og forsprákari fyri, at Bretland fer úr ES, er tilnevndur bretskur uttanríkisráðharri.
Undangongumaður Johnsons, Philip Hammond, er nýggjur fíggjarmálaráðharri, upplýsir skrivstovan hjá Theresu May í Downing Street 10.
Fáa nú ein Brexit-ráðharra
Bretland fær ein sonevndan Brexit-ráðharra, sum fjølmiðlar rópa sessin. Tað verður David Davis. Enn er ógreitt, hvat nýggja ráðið neyvt skal gera.
Davis skal helst samráðast um tilgongdina hjá Bretlandi at taka seg úr ES. Ráðið skal eisini sálda fleiri túsund síður av ES-lógarteksti burtur úr bretskari lóggávu, skrivar BBC.
Orkumálaráðharrin, Amber Rudd, tekur við sessinum sum innanríkisráðharri. Sessurin, sum Theresa May hevði til í gjár, tá hon var hjá Elisabeth drotning og formliga tók við sum forsætisráðharri.
SÍ EISINI Fyrsta kvinnan í embætinum í 15 ár tekur nú við
Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Liam Fox, skal standa á odda fyri nýggjum ráði fyri altjóða handil. Nýggja ráðið skal styrkja handilin við útlond, tá Bretland fer úr ES, veit BBC at siga.
George Osborne hevur biðið um at verða loystur úr sessinum sum fíggjarmálaráðharri, boðaði Downing Street frá stutt eftir, at Theresa May tók við sum forsætisráðharri.
Osborne hevur verið bretskur fíggjarmálaráðharri síðan 2010, tá David Cameron tók við valdinum. George Osborne var undan fólkaatkvøðuni sjónligasti persónur í átakinum fyri, at Bretland skal verða verandi í ES.