Kanning: Her er heimsins besta flogfelag

Kanning: Her er heimsins besta flogfelag
Heimsins besta flogfelag er flogfelagið Emirates. Tað vísir ein kanning, sum felagið Skytrax hevur gjørt
 
14.07.2016 - 18:06

Kanningin fevnir um 19,2 milliónir fólk úr 102 ymiskum londum. Flogfelagið, Emirates, varð stovnað í 1985, og serliga seinastu árini hevur felagið havt stóra framgongd.

Felagið hevur heimstað í Dubai. Næstbest umtókt er eisini eitt flogfelag úr Miðeystri, Qatar Airways, og síðani koma trý flogfeløg úr fjareystri.

Europeisku flogfeløgini eru ikki so frammarlaga. Á níggjunda plássi er Turkish Airways, og á tíggjunda plássi er týska felagið, Lufthansa.

Í 2015 var Qatar Airways á odda, og Emirates var tá á einum fimtaplássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109