- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mist vónina um at finna fleiri á lívi
Bjargingarlið hava nú í eitt samdøgur arbeitt við at bjarga øllum fólkunum úr teimum báðum tokunum, sum rendu á hvørt annað í gjár har suðuri í Italia.
- Vit leita framvegis eftir øðrum tí eina tokføraranum, hin er illa skaddur. Vit hava ikki vónir um at finna fleiri á lívi, sigur leiðarin í bjargingarliðnum á staðnum sambært NRK.
Talið á deyðum eftir tokvanlukkuna kann vaksa. 27 fólk eru deyð, og eini 50 eru illa løstað, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Orsøkin enn óviss
Atvoldin til herviligu tokvanlukkuna er óviss enn. Myndugleikarnir ætla at gera tað, teir eru mentir fyri at finna orsøkina til vanlukkuna, sum hendi um middagsleitið í gjár.
- Vit gevast ikki, fyrr enn vit vita, hví vanlukkan hendi. Nú mugu avvarðandi hjálpast, sigur italski forsætisráharrrin, Matteo Renzi, við fronsku AFP-tíðindastovuna.
Tokvanlukkan í Suðuritalia í gjár var so mikið ógvuslig, at myndugleikarnir máttu heita á fólk har um vegir at lata teimum skaddu blóð.