- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit ávirkar búskapin í Italia
Sambært IMF, altjóða gjaldoyragrunninum, verður búskaparvøksturin í Italia bara stívliga eitt prosent í ár, og størri vøkstur er heldur ikki væntandi næsta ár.
Italski búskapurin er hin triðstørsti í ES. IMF hevur áður væntað ein búskaparvøkstur í Italia, sum liggur millum 1,1 prosent í ár og 1,25 prosent næsta ár.
Men úrslitið á bretsku ES-fólkaatkvøðuni herfyri hevur økt um sveiggini á fíggjarmarknaðunum og gjørt italska búskapin meira sárbaran, sambært IMF.
Ringar vónir fyri italska búskapin
Altjóða gjaldoyragrunnurin er sum heild ikki serliga bjartskygdur um italska búskapin. Sambært IMF verður tað ikki fyrr enn í 2025, at italski búskapurin verður líka sterkur, sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008.
Hóast nýskipanir eru framdar í Italia, og stjórnin eitt nú hevur veitt bankunum munandi hjálp, so eru italsku bankarnir framvegis illa fyri.
Italskir bankar hava 360 milliardir evrur, 2678 milliardir krónur, útistandandi í sonevndum "vánaligum lánum." Í meðal er kursurin á partabrøvunum í italsku bankunum fallin meira enn 50 prosent higartil í ár.