- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey fólk dripin undir tarvarenning
Tvey fólk dripin undir tarvarenning
Fyri fyrstu ferð síðani 1985 hevur ein professionellur tarvafiktari latið lív í árligu tarvarenningini, sum er í Spania í hesum døgum
Mynd: Savnsmynd/AP
10.07.2016 - 08:47
Fyri fyrstu ferð í 31 ár er ein tarvafiktari dripin undir tarvarenningini Spania, har vanliga nógv fólk savnast til tarvarenningina, sum er á hvørjum ári.
Tað hendi seinnapartin leygardagin, tá ein professionellur tarvafiktari misti lívið eftir at ein tarvur stangaði mannin í bringuna í býnum Teruel, eystarlaga í Spania.
Ein annar 28 ára gamal maður misti eisini lívið leygarnáttina, tá tarvar runnu gjøgnum gøturnar í landsbygdini Pedreguer í landsynningspartinum, tætt við Alicante.
Umframt teir báðar menninar, sum eru deyðir undir tarvarenningini um vikuskiftið, hava 12 onnur fólk eisini fingið skaða, skriva útlendskir miðlar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Tóru hevur ein innara eld, sum brennur fyri brekøkinum og lívinum sum heild
187239
Nýggjastu sendingar í SV