- Tíðindi, mentan og ítróttur
NATO sendir krígsskip eftir fólkasmuglarum
Krígsskip frá NATO skulu nú hjálpa til í stríðnum móti fólkasmugling í Miðjarðarhavinum í einum nýggjum átaki, sigur aðalskrivarin í NATO.
- Ætlanin hjá okkum er, at arbeiða tætt saman við Evropasamveldinum, ið eisini hevur sett tiltøk í verk í mest týðandi partinum í Miðjarðarhavinum.
Tað kunngjørdi Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, á einum toppfundi í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava, leygardagin, tá ætlanin varð løgd fram.
Víðar heimildir
Nýggja átakið hjá NATO, sum hevur fingið heitið Sea Guardian, hevur fingið víðar heimildir í stríðnum at tálma fólkasmugling í Miðjarðarhavinum.
Átakið hjá NATO skal verða við til at tálma flóttafólkastreyminum um Miðjarðarhavið, og hjálpa til í stríðnum móti yvirgangsfólkum har á leiðini.
Seinasti toppfundurin var fyri tveimum árum síðani. NATO ætlar ikki, at so lang tíð skal ganga áðrenn næsti toppfundurin millum tey 28 natolondini verður.