- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norskir fiskaútflytarar vænta sær verri úrslit
Bretar keypa vanliga inn í stórum mongdum í Norra til fisk og kips. At pundið er viknað ber við sær, at minni fæst fyri fiskin, og tað fer at merkja ársúrslitið í ár, sigur Per Magne Eggesbø, forstjóri í Ramoen AS við norska NRK.
Eisini Norra ætlar sær eina nýggja fiskivinnuavtalu við Bretland, um bretar gera álvara av fólkaatkvøðuni og taka seg burtur úr ES.
- Vit hava ringar royndir av Føroyum og Íslandi, so tað verður neyvan bara sum at siga tað, sigur Eggesbø.
Audin Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, vísir á, at ES hevur fiskað nógvan tosk í Barentshavinum.
- Nú verður áhugavert, um Bretland ætlar sær aðrar fiskivinnuavtalur, sigur Audin Mårak við heimasíðuna hjá NRK.