- Tíðindi, mentan og ítróttur
79 fólk eru deyð í bumbuálopi í Bagdad
Í irakiska høvuðsstaðnum Bagdad eru í minsta lagi 79 fólk deyð og 131 løstaði av eini bumbu, sum Islamski staturin sigur seg hava lagt. Nógv av teimum deyðu og løstaðu eru børn, verður sagt.
Talan var um eina bilbumbu. ið brast seint í gjárkvøldið uttan fyri eitt øki við matstovum og handlum í býarpartinum Karrada í Bagdad seint í gjárkvøldið, sigur irakiska løgreglan. Nógv fólk vóru úti og keyptu ella ótu, tá sólin var farin niður, nú heilagi islamski mánaðin Ramadaan er.
Bumban í Bagdad er ein av teimum, sum hevur kravt flest mannalív í ár. Hildið verður, at islamski staturin hevnir at hava tapt bardagan um irakiska býin Fallujah.
Ein onnur bumba brast eisini í norðara parti av Baghdad, og har doyðu fimm fólk.