Valið ógildað: Nýtt forsetaval í Eysturríki

Valið ógildað: Nýtt forsetaval í Eysturríki
Úrslitið av forsetavalinum í Eysturríki í mai er ógildað, sigur leiðarin í stýrisskipanardómstólinum í Wien sambært tíðindastovum
Norbert Hofer frá Frælsisflokkinum, ið tapti tepurt á forsetavalinum 22. mai, fær nú ein nýggjan møguleika. Forsetavalið í mai er ógildað, og eitt nýtt val verður
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
01.07.2016 - 11:48

Forsetavalið í Eysturríki, sum valevnið hjá høgrasinnaða Frælsisflokkinum tapti tepurt á valinum 22. mai, verður umaftur, sambært tíðindastovuni, Reuters.

- Úrslitið av forsetavalinum í mai er ógildað, segði Gerhard Hölzinger, leiðari í stýrisskipanardómsstólinum í Wien, á einum tíðindafundi í morgun.

Greinin heldur fram niðanfyri

Ivi hevur stungið seg upp um valúrslitið, tí tað eru so nógvar óvissur við uppteljingini, at valið ikki kann góðkennast, siga eygleiðarar í Wien.

Norbert Hofer frá Frælsisflokkinum, ið hevur hartað innflytarapolitikkin hjá landinum, tapti óvæntað valið. Hann fær kortini ein nýggjan møguleika, nú valið verður umaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109