- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin fráboðan um løstaðar føroyingar
Eingin fráboðan um løstaðar føroyingar
Eingin føroyingur er millum tey løstaðu eftir yvirgangsatsóknina í Atatürk-floghavnini í Istanbul, boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá
30.06.2016 - 08:03
Norðurlendsku uttanríkistænasturnar arbeiða saman í Istanbul. Niðurstøðan hjá teimum er, at eingin skaddur norðurlendingur er á sjúkrahúsunum í Istanbul.
Danska Uttanríkisráðið fer ikki at herða ferðavegleiðingina til Turkalands. Hon ávarar longu sum er um yvirgangsvanda í Turkalandi.
Mett verður tó, at atsóknin týskvøldið ikki var vend móti útlendskum ferðafólki, men móti Turkalandi og turkum sjálvum sum eitt úrslit av herda stríðnum millum Turkaland og ISIL.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er í føstum samstarvi við danska Uttanríkisráðið. Føroyska uttanríkistænastan er við í tilbúgvingarbólkinum hjá danska Uttanríkisráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV