Myndugleikarnir standa á berum

Myndugleikarnir standa á berum
Myndugleikarnir í Turkalandi standa á berum eftir atsóknina í Atatürk-floghavnini í Istanbul týskvøldið. 42 fólk lótu lív, og yvir 200 vórðu særd
Mynd: AP  
 
30.06.2016 - 09:58

Myndugleikarnir vóru skjótir at boða frá, at tað uttan iva var Islamskur Statur, ið skipaði fyri álopinum, men enn eru eingi prógv funnin fyri, at talan var um felagskapin.

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av álopinum. Turkiska løgreglan leitar eftir prógvum og roynir at fáa greiði á, hvørjir teir tríggir menninir vóru, sum sprongdu seg sjálvar í luftina.

Floghavnin er ein av teimum størstu í Evropa, og tí er nógv vaktarhald og nógv upptøkutól har. Tí rokna myndugleikarnir við, at tað fer ikki at taka so langa tíð at fáa greiðu á støðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109