- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hon ætlar sær at gerast næsti forsætisráðharrin
Theresa May sigur seg hava ætlanir um at sameina bretar eftir fólkaatkvøðuna. David Cameron boðaði eftir fólkaatkvøðuna frá, at hann leggur fá sær í heyst.
Cameron bað bretar um at atkvøða fyri bretskum limaskapi, men tað miseydnaðist, og tí fer hann frá. Theresa May bað eisini bretar um at velja ES, men hon var ikki frammarlaga í valstríðnum.
Kunngera eisini veljarakanning
Samstundis almannakunnger The Times eina veljarakanning, sum vísir, at millum konservativu veljararnar fær Theresa May 17 prosent størri undirtøki enn fyrrverandi borgarstjórin í London, Boris Johnson.
Theresa May hevur verið innanríkisráðharri síðan 2010, og hon er kend fyri sína hørðu støðu mótvegis innflytarum. Og bretar hava leingi borið hana saman við Margareth Thatcher.
Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Liam Fox, boðaði í gjár frá, at hann eisini vil at gerast formaður í konservativa flokkinum og harvið forsætisráðharri.