Næsti forsætisráðharrin kanska ein kvinna

Næsti forsætisráðharrin kanska ein kvinna
Bretar kunnu fáa eina kvinnu sum forsætisráðharra, nú nýggjur formaður skal veljast í konservativa flokkinum, og sum skal avloysa David Cameron
Tað er ikki óhugsandi, at næsti forsætisráðharrin í Bretlandi verður ein kvinna, sambært fleiri miðlum
 
29.06.2016 - 15:25

Tað skriva fleiri altjóða miðlar. Higartil hevur besta boðið verið, at fyrrverandi borgarstjórin í London, Boris Johnson, verður nýggjur formaður og forsætisráðharri.

Men seinastu dagarnar hevur innanríkisráðharrin í Bretlandi, 59 ára gamla, Theresa May tikið seg nógv fram, og nú verður tosað um, at hon tekur við eftir David Cameron.

Theresa May hevur verið innanríkisráðharri síðani í 2010, tá David Cameron skipaði sína fyrstu stjórn. 31 prosent av bretum vilja hava hana sum forsætisráðharra, meðan 24 prosent mæla til Boris Johnson.

SÍ EISINI Avloysarin finnast áðrenn 2. september

Í eini líknandi meiningakanning í apríl fekk Johnson 36 prosent av atkvøðunum og May 14 prosent. Theresa May hevur ikki boðað frá, um hon ynskir starvið sum forkvinna í konservativa flokkinum, og harvið sessin sum forsætisráðharri.

Theresa May er gift, men eigur eingi børn. Nógv nevna hana sum bretsku Angelu Merkel, tí hon er ikki vinfólk við hvønn sum helst, og ger ikki nógv um seg. Roknað verður við, at konservativi flokkurin fer at velja nýggjan formann ella forkvinnu fyrst í september.

Tann, sum verður valdur, verður samstundis forsætisráðharri og skal standa á odda fyri samráðingunum við ES, eftir at bretar valdu at fara úr samveldinum. Theresa May var millum tey, sum mæltu bretum til at verða verandi í ES, skriva bretskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109