- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongan skund at finna Salt-stjóra
Fyrr í ár var stjórastarvið á Saltsiluni á Drelnesi lýst leyst. Ein umsókn kom inn til starvið, ið ætlanin var at løna við 50.000 krónum um mánaðin. Umsøkjarin var formaðurin í grunninum, Ólavur Rasmussen.
Hesum fann Fíggjarmálaráðið seg ikki í og bað grunnin um at lýsa starvið leyst av nýggjum og at endurskoða lønarviðurskiftini. Og tað hevur nevndin í Salt tikið til eftirtektar.
Skal fyrireikast væl
Í skrivi til Fíggjarmálaráðið dagfest 8. apríl, undir yvirskriftini "Formalisering av lønarviðurskiftum hjá arbeiðandi formanni", skrivar Kristian Holbæk Kristensen, næstformaður í grunninum, at grunnurin hevur gjørt av, at starvið sum stjóri í Salt verður lýst leyst av nýggjum.
Hann skrivar eisini "Saltsilogrunnurin tekur sær tíð til at fyrireika málið væl og virðiliga." Næstformaðurin skrivar eisini, at nevndarformaðurin reelt hevur verið arbeiðandi formaður í nógv ár og hevur frá august 2015 til desember 2015 verið løntur eftir avtalu við Tvøroyrar Kommunu við 30.000 krónum um mánaðin, umframt 15 prosent í pensjón, í alt 34.500 krónur.
Arbeiðandi formaður
Men formaðurin hevur onga løn fingið í ár. Sambært næstformanninum í Saltgrunninum hevur grunnurin nógvar akuttar uppgávur at taka sær av.
Tí er altneyðugt, at nevndarformaðurin sleppur at halda fram sum arbeiðandi formaður, skrivar Kristian Holbæk Kristensen.
Næstformaðurin biður tí Fíggjarmálaráðið um loyvi at lata Ólavi Rasmussen, formanni, 35.000 krónur um mánaðin í løn, umframt 16 prosent í pensjón, og at yvirtíð skal rindast sambært sáttmálanum millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Rímulig samsýning
Grunnurin ger vart við, at lønin er frá 1.januar í ár, og sambært næstformanninum skal formaðurin skal taka sær av leiðsluuppgávunum, til nýggjur stjóri er settur.
Nær tað verður, stendur einki um í brævinum annað enn, at grunnurin tekur sær tíð til at fyrireika málið væl og virðiliga.
Fíggjarmálaráðið svarar Saltgrunninum, at ráðið heldur samsýningina til formannin vera rímiliga, men at av tí, at talan er um arbeiðandi formann, er einki sum eitur yvirtíð.