- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gingu seg fastan í Kunoynni
Bjargingartyrlan fór í gjárkvøldið eftir seks fólkum, sum høvdu gingið seg fastan í Kunoynni.
Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið ringir ein maður á politistøðina og sigur, at tey høvdu gingið seg fastan. Tey vóru komin til ein foss, og sluppu ikki víðari. Tá høvdu tey gingið í 10 tímar, og vóru køld og svong, verður sagt av politistøðini í Havn..
Fólkini vóru tá haraldssundsmegin, og sóu niður á bygdina.
Sendu boð eftir tyrluni
Løgreglan í Klaksvík fór norður til Haraldssund, og bjargingarliðið varð eisini boðsent.
Men klokkan 21.30 ringja fólkini aftur og siga tá, at ein maður í ferðaliðum var vorðin illa fyri. Avgjørt varð tí, at senda boð eftir bjaringartyrluni.
Klokkan 22.30 setti tyrlan seg á tyrlupallinum í Klaksvík við teimum seks fólkunum. Eitt av fólkunum fór til kanningar á sjúkrahúsinum í Klaksvík.