400.000 kr. aftrat til nýskipanarnevndina

400.000 kr. aftrat til nýskipanarnevndina
Peningurin skal m.a. nýtast til serfrøðingahjálp
Johnny í Grótinum er formaður í nevndini, sum er sett at nýskipa fiskivinnuna
 
25.04.2016 - 16:09

Nevndin, sum er sett at nýskipa fiskivinnuna, skal hava meiri pening.

Nevndin hevur virkað síðani januar, og endurskoðaða fíggjarætlanin vísir, at neyðugt er at fáa 400.000 krónur aftrat.

Í uppskotinum um eykajáttan fyri apríl, biður Fiskimálaráðið um at fáa 400.000 kr. aftrat til fiskivinnunýskaparnevndina. 

Útrokningar

Peningurin skal m.a. nýtast til serfrøðingahjálp at gera ymsar útrokningar, at seta upp og eftirkanna lógaruppskotið, og at gera kunningartilfar til almenningin, sigur Fiskimálaráðið.

Á fíggjarlógini fyri í ár eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til nevndararbeiðið, og nú verður biðið um 400.000 kr. aftrat.

Ætlanin er, at nevndin skal lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum álit á ólavsøku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948