- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serflokkur heldur fram
Royndarverkætlanin við serflokkinum, sum í sjey ár hevur hildið til í bygningum, ið fyrrverandi Venjingarskúlin í Havn ráddi yvir, verður nú skipað sum varandi sertilboð í Skúlanum á Fløtum. Tað skrivar Skúlablaðið.
Frá 1. mars í ár er serflokkurin skipaður sum serskild eind við toymisleiðaranum, Suna Jacobsen, sum hevur verið lærari í serflokkinum í fleiri ár. Serflokkurin hevur egin høli, sum hóska til endamálið, og játtanin er markað til serflokkin.
Fyri næmingar í 4.-10. flokki
Starvsfólkatal og samanseting veldst um næmingasamansetingina og tørvin hjá tí einastaka næminginum í tilboðnum. Allir næmingar hava eitt kontaktfólk.
Undirvísingin verður skipað við støði í persónligu-, sosialu- og fakligu fortreytunum hjá einstaka næminginum. Serflokkurin er fyri næmingar í 4.-10. flokki.
Hóast serflokkurin er lagdur undir Skúlan á Fløtum, verður tað framvegis Sernám, sum visiterar næmingar til skúlatilboðið.
Næmingatalið vaksið nógv
Ein upptøkubólkur er skipaður, og í honum eru umboð fyri Sernám, toymisleiðarin og skúlaleiðarin, sum taka næmingar inn í serflokkin.
Serflokkurin, sum byrjaði fyri sjey árum síðan, hevði fýra næmingar fyrsta árið. Í ár eru 30 næmingar í flokkinum, tríggjar gentur og 27 dreingir.
Serflokkurin er til næmingar, sum av ymiskum grundum ikki fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum. Mentamálaráðið ætlar at skipa líknandi tilboð um landið.