Fáa svar um hálvatriðju viku

Fáa svar um hálvatriðju viku
1. mai, fáa føroyingar, sum ætlaðu at ættleiða barn úr Etiopia, svar, um tey sleppa á annan bíðilista, sigur danski ráðharrin
Um hálvatriðju viku fáa tey, ið ætlaðu at ættleiða barn úr Etiopia, svar, um tey sleppa á annan bíðilista, sigur danski ráðharrin í svari til Sirið Stenberg
 
13.04.2016 - 17:29

Tað sigur Karen Ellemann, danski almanna- og innanríkisráðharrin, sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum hevur svarað fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Danski ráðharrin hevur steðgað allari ættleiðing úr Etiopia. Eisini í Føroyum hava fólk bíðað í nøkur ár eftir at sleppa at ættleiða barn úr Etiopia. Tað hevur kostað teimum nógvar pengar.

1. mai fáa tey at vita, um tey sleppa á bíðilistar hjá teimum, sum vilja ættleiða børn úr øðrum londum.

SÍ EISINI Sirið Stenberg fer at hitta familjurnar

Danska ættleiðingarfelagið sigur, at lagt verður upp fyri, hvussu leingi, fólk hava verið á bíðilista eftir barni úr Etiopia, tá tey verða flutt á annan bíðilista, sigur Sirið Stenberg.

Danish International adoption, DIA, sigur harafturat, at tey, sum vóru á bíðilista til at ættleiða úr Etiopia, fáa 30 prosent av tí, sum tey hava goldið fyri málsviðgerðina, tó í mesta lagi 30.250 kr.

Harafturat fáa tey tilmeldingargjaldið, sum er 5.000 krónur, við sær, tá tey verða flutt á annan bíðilista.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512