- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gott ár fyri framman hjá Bakkafrosti
Bakkafrost væntar, at eisini 2016 verður eitt gott ár hjá felagnum.
Sambært ársfrágreiðingini hjá fyritøkuni, sum varð løgd fram á aðalfundinum fríggjadagin, verður útboðið av laksi úr Atlantshavinum millum fimm og sjey prosent minni í ár samanborið við í fjør. Víðari staðfestir felagið, at framleiðsluorkan er um at verða fullnýtt, og størri vøkstur krevur stórar íløgur.
Bakkafrost er nógv tann størsta alifyritøkan í Føroyum. Sambært ársfrágreiðingini fyri 2015 var samlaða framleiðslan í fjør 50.565 tons í kruvdari vekt. Tað eru góð 6.000 tons meira enn árið fyri. Bakkafrost eigur 50 prosent av øllum loyvum í Føroyum, sum í løtuni umboða 77 prosent av samlaðu tøkuni, sum var 66.090 tons í kruvdari vekt í 2015. Harumframt eigur Bakkafrost 49 prosent í alifyritøkuni Faroe Farming, sum eigur trý loyvir og hevði eina samlaða framleiðslu upp á 4.681 tons í kruvdari vekt í 2015.
Samlaðu ognirnar hjá Bakkafrost-samtakinum við ársenda í 2015 eru sambært ársfrágreiðingini virðismettar til góðar 3,9 milliardir krónur. Tað eru slakar 500 milliónir meira enn um árslok 2014.
Árið í fjør var metár hjá Bakkafrost. Umsetningurin hjá felagnum var tvær milliardir og 850 milliónir krónur, stívliga 200 milliónir meira enn árið fyri. Úrslitið eftir skatt var 810 milliónir krónur. Aðalfundurin avgjørdi at gjalda sínum eigarum 403 milliónir krónur í vinningsbýti.
Sambært eini greining hjá norsku fyritøkuni Kontali-analyse er Bakkafrost tíggjunda størsta alifyritøka í heiminum. Størsta alifyritøka er norska Marine Harvest, sum eisini hevur eitt dótturfelag í Føroyum.
Pengar at spara við nýggja virkinum
Bakkafrost roknar við at spara millum 70 og 90 milliónir krónur í rakstrinum um árið, tá nýggja kryvji- og góðskingarvirkið á Glyvrum verður liðugt og tikið í nýtslu. Íløgan í nýggja virkið á Glyvrum verður liðug í ár. Fyrst byrjar kryvjivirksemið, og í heyst verður farið undir virðisøkingina á nýggja virkinum. Í ársfrágreiðingini sigur felagið seg rokna við nakað av útreiðslum fyrstu tíðina, men sparingin skal síggjast aftur longu næsta ár.
Bakkafrost roknar við, at íløgan fer at hava stórar sparingar við sær í rakstrinum. Felagið roknar við at spara millum 70 og 90 milliónir um árið longu frá næsta ár at rokna.
Tá nýggja virkið á Glyvrum verður tikið í nýtslu, lata verandi kryvjivirki hjá felagnum aftur. Nýggja virkið er 4.000 fermetrar til støddar og kann virka 30 tons av skræðu- og beinfríum 125 gramm vakuumpakkaðum portiónum um dagin. Tá verður roknað við, at arbeitt verður í tveimum vaktum.
Íløgan í nýggja kryvji- og góðskingarvirkið á Glyvrum er týðandi partur av stóru milliarda-íløguætlanini hjá felagnum, sum hevur verið dagførd síðstu árini. Sambært seinastu fráboðan ætlaði felagið at gera íløgur fyri stívliga 1,4 milliardir krónur frá 2014 til 2017.
Harumframt ger felagið stórar íløgur í smoltstøðir fyri at kunna ala fleiri og størri smolt enn higartil. Bakkafrost hevur sett sær sum mál at vera sjálvbjargið við smolti, sum hevur eina stødd millum 200 og 300 gramm, innan árslok næsta ár. Fyrimunirnir eru styttri framleiðslutíð og minni lívfrøðiligur váði.
Víðkanin av smoltstøðini á Viðareiði, sum farið varð undir í fjør, er um at vera liðug, og íløgan í eina nýggja smoltstøð Norðuri á Strond í Klaksvík er um at fara í gongd.