- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin umkoyringarvegur fyribils
Hetta kom fram, tá munnligir fyrispurningar vóru í Løgtinginum í gjár. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum spurdi Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um ætlanina inni á Firði.
Undanfarna samgonga hevði sett pengar av í langtíðar játtanarkørmunum – ein verkætlan, sum Landsverk hevði mett, fór at kosta einar 40 milliónir krónur tilsamans.
Vegur til Selatraðar hægri raðfesting
Men stórar broytingar á vegakervi í Kollafirði mugu bíða til eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur, segði Henrik Old í tinginum í gjár.
Hinvegin kunnu fólk á Selatrað gleða seg til, at vegurin til Selatraðar fær hægri raðfesting, tí stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, so verður vegurin bæði breiðkaður og asfalteraður.
Eitt nú nevndi Henrik Old møguleikan at brúka eitt slag av bíligari, men ikki so slitsterkum asfalti til leiðina, har tað ikki er so nógv ferðsla.