- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningur settur av til tunnilin
Peningur settur av til tunnilin
163 milliónir krónur verða settar av til Hvalbiartunnilin næstu árini. Tað sæst í uppskotinum um játtanarkarmar, sum varð lagt fram hósdagin
01.04.2016 - 14:19
Tá Hvalbiartunnilin er liðugur, verður farið undir at gera tunlarnar Norður um Fjall í Borðoynni. Teir skulu sambært uppskotinum gerast frá 2021 til 2024.
Tunlarnir verða mettir at kosta 205 milliónir krónur. Íløgur verða eisini gjørdar í Vestmannavegin og vegin oman fyri Skálafjørð frá 2019 og næstu árini.
Uppskotið um játtanarkarmarnar, sum skulu verða grundarlagið undir fíggjarlógini fyri 2017, kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV