- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava fleiri bústovnar
Tað stendur í uppskotinum um játtanarkarmar næstu árini, sum varð lagt fyri tingið í dag. Ætlanin er lutvíst at dagføra verandi bygningar og at byggja nýtt til fólk við serligum tørvi, eitt nú við menningartarni og autismu.
Í 2017 er ætlanin at byggja og útvega bústaðir innan almannaøkið fyri 15 milliónir krónur. Talan er millum annað um ein depil í Havn til børn og ung við autismu og at umvæla og nútímansgera verandi stovnar í miðstaðarøkinum.
Heildarætlanin Harðskapur í parløgum skal eftirmetast, og heildarætlanin um Kynsligan ágang skal raðfestast.
Arbeiðið við pensjónsnýskipanini verður eftir ætlan liðugt í hesum árinum, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nýskipanin fer at ávirka játtanarkarmarnar næstu árini, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.