- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samarittarnir gevast
- Vit vilja við hesum vísa okkara fulla stuðul til bjargingarfeløgini og onnur sjálvboðin í Føroyum, sum hava steðgað sínum trygdarvirksemi, siga samarittanir í fráboðan.
Havnar Bjargingarfelag og Landsfelagið fyri føroysk bjargingarfeløg hava mist tolið við tilbúgvingarmyndugleikunum.
Bjargingarbáturin Lív verður ikki flotaður aftur, fyrr enn tryggingarviðurskiftini hjá manningini eru batnað.
SÍ EISINI Mist tolið: Bjargingarbáturin Lív lagdur
Nú hava samarittarnir boðað frá, at teirra sjálvbodna arbeiði verður ikki tikið uppaftur, fyrr enn tryggingarviðurskiftini eru komin í rættlag.
Samarittarnir veita sjálvbodna hjálp á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og øðrum tiltøkum.
Tey, sum hava teknað serstaka trygging fyri samarittarnar, verða kortini ikki rakt av arbeiðssteðginum.