- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musikkskúli bjóðast út
Nýggi musikkskúlin í Havn verður bygdur við Landavegin. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at taka undir við einari broyttari verkætlan, sum verður boðin í næstum.
Bygginevndin fyri musikkskúlan hevur arbeitt víðari við málinum, eftir at ætlanin um at staðseta skúlan á Skálatrøð varð endaliga slept.
SÍ EISINI Óvist nær musikkskúlin verður bygdur
Sambært broyttu verkætlanini er orkesturhølið vaksið, so tað kann hýsa øllum orkestursamansetingum.
Eisini er skúlabygningurin vaksin, soleiðis at millum annað næmingarúm og høli til lærarafyrireiking verða rúmligari.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð, sigur, at staðsetingin við Landavegin sum næsti granni hjá nýggja skúlanum á Fløtum og Glasir fer at roynast væl, tí har er útbúgvingar- og læruumhvørvi.