- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni útgoldið í ár: Avlopsskatturin seinkaður

- Tað hava verið nakrir tekniskir trupulleikar, sum gjørdu, at peningurin ikki varð fluttur fólki, sigur Helena Debes Højgaard, deildarleiðari hjá TAKS.
Ert tú ein av teimum 15.649 fólkunum, sum kann fegnast um at fáa avlopsskatt útgoldnan í ár, so nýtist tær kortini ikki at bíða so leingi eftir peninginum.
- Í seinasta lagi týsdagin skuldu fólk havt peningin á konto, tí bankaflytingarnar verða gjørdar yrkadagar, sigur Helena Debes Højgaard.
Nakað minni enn í fjør
Til samans fáa 15.649 fólk útgoldið 39.947.157 krónur í avlopsskatti í ár. Í fjør fingu 15.937 føroyingar útgoldið avlopsskatt, sambært TAKS.
288 fólk færri fáa í ár útgoldið avlopsskatt í mun til í fjør. Í krónum og oyrum verður eisini minni útgoldið í ár, vísa tølini hjá skattamyndugleikanum.
Í ár verða 39.947.157 krónur í avlopsskatti útgoldnar. Í fjør var talið 41.615.472 krónur. Sostatt verða útgoldnar 1.668.315 krónur minni í ár.