Arbeiðið gongur framá

Arbeiðið gongur framá
Ætlanin at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík er nú komin eitt fet nærri veruleikanum. Nýggi skúlin er mettur at kosta 30 milliónir krónur
Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúls í miðbýnum Klaksvík er komið eitt fet nærri eftir, at Klaksvíkar Býráð einmælt samtykti hóskvøldið at játta sín part av byggikostnaðinum
 
20.03.2016 - 19:31

Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum Klaksvík er komið eitt fet nærri eftir at Klaksvíkar Býráð hóskvøldið einmælt samtykti at játta sín part av byggikostnaðinum.

Fríggjadagin handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í Húsarhaldsskúla Føroya tilsøgnina frá Klaksvíkar býráð, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Skúlin mettur at kosta 30 milliónir

Tað var húsarhaldsskúlin sjálvur, sum sendi kommununi umsókn um stuðul. Parturin hjá kommununi er 18,5 milliónir krónur. Hendan upphæddin kann minka, eydnast tað eisini at fáa aðra fígging.

Peningurin fellur til gjaldingar, tá verkætlanin er liðug. Og hetta verður í fyrsta lagi næsta ár, stendur í skránni til býráðsfundin.

Ein byggibólkur, mannaður við arkitekti og umboðum fyri Mentamálaráðið, Húsarhaldsskúla Føroya og Klaksvíkar Kommunu, hevur gjørt ein byggiskrá, og skúlin er mettur at kosta 30 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512