Nógvar kvinnur siga seg hava verið fyri ágangi

Nógvar kvinnur siga seg hava verið fyri ágangi
Sjeynda hvør kvinna í Føroyum sigur seg sambært spurnarkanning hava verið neyðtiknað ella fyri neyðtøkuroynd
 
18.03.2016 - 10:46

Sjeynda hvør kvinna í Føroyum er neyðtikin ella hevur verið fyri neyðtøkuroynd. Tað vísir ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Kvinnu.

Roknað í tølum merkir tað, at 2272 kvinnur hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Triðja hvør kvinna hevur upplivað kropsligan ágang sambært kanningini.

Fjórða hvør av teimum spurdu kvinnunum í kanningini hevði upplivað munnligan ella skrivligan ágang, har kvinnurnar hildu, at farið varð um mark.

Bara trý prosent av kvinnunum hava meldað kynsliga ágangin, vísir kanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512