Fulla ræðið á Smyril Line kostaði 32 milliónir

Fulla ræðið á Smyril Line kostaði 32 milliónir
Skansi Offshore skuldi gjalda 32 milliónir krónur fyri at fáa fult ræði á Smyril Line. Eingin annar íleggjari var áhugaður, sigur stjórin í Framtaki
 
17.03.2016 - 10:03

Afturi í 2011 gjørdi Framtak ein partaeigarasáttmála við Skansa Offshore, sum noyddi grunnin at selja meginpartin av sínum partabrøvum fyri ein fastan kurs, ið vísir seg at vera nógv lægri enn marknaðarvirðið á Smyril Line í dag.

- Tá tú hevur gjørt eina avtalu, so nyttar ikki at iðra teg aftaná, sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaki, við útvarpið.

Sigur eingin annar íleggjari var

- Vit kendu ikki framtíðina hjá Smyril Line tá afturi í 2011. Og gjørdu vit ikki hesa avtaluna, so var helst einki Smyril Line til í dag.

Tað sigur Niels Dann West, stjóri í Framtaki, nú grunnurin hevur selt meginpartin av sínum partabrøvum til privata partaeigaran - partafelagið 12.11.11, sum er eitt felag hjá Skansa Offshore.

Hann heldur fast við, at har var eingin annar íleggjari, sum vildi seta pengar í kreppurakta Smyril Line.

SÍ EISINI Partabrøvini seld fyri undirprís

Skansi Offshore kom inn í Smyril Line í sambandi við umskipanina av felagnum í september 2011. Stóri privati íleggjarin, sum kom at eiga 29 prosent av partapeninginum, hevði eitt ófrávíkiligt krav - rættin til at fáa meirilutan í felagnum.

Tann rættin skuldi Framtak, sum eftir umskipanina átti góð 28 prosent, tryggja. Tí gjørdu Framtak og Skansi Offshore ein partaeigarasáttmála, sum tryggjaði Skansa keypsrættin til júst so nógv partabrøv frá Framtak, at Skansi kom at eiga 51 prosent.

Keypsrætturin var galdandi í fýra ár, til november í fjør, og hann ásetti eisini prísin, um Skansi keypti frá Framtak.

Valdu at gera keypsrættin galdandi

Innara virðið í Smyril Line varð tá, eftir umskipanina í 2011, ásett til 121. Sambært partaeigarasáttmálanum kundi Skansi keypa fyri kurs 130.

Áðrenn freistin var úti, í november í fjør, avráddi Skansi at gera keypsrættin galdandi. Felagið keypti 22 prosent av partapeninginum, sum Framtak átti, og kom harvið upp á tey 51 prosentini samanlagt. Prísurin var 32 milliónir krónur, samsvarandi partaeigarasáttmálanum frá 2011.

Men Smyril Line er eitt annað felag í dag enn í 2011. Eftir umleggingina í 2011 varð kapitalgrundarlagið og gjaldførið munandi styrkt. Felagið framdi eina røð av broytingum og fór at tjena pengar.

Torført at seta kursvirði á óskrásett felag

Roknskaparárini 2011 til 2014, sum er nýggjasti roknskapur hjá felagnum, hevur Smyril Line havt 89 milliónir í yvirskoti. Sama tíðarskeið er eginpeningurin farin úr 136 upp í 216 milliónir.

Afturat hesum kemur roknskapurin fyri 2015, sum væntandi verður eitt gott ár hjá felagnum. Tað er ringt at seta kursvirði á eitt felag, sum ikki er skrásett á keypsskálanum.

Men til ber at staðfesta, at innara virðið er nærum tvífaldað síðan 2011. Og hartil kemur virðið á teimum partabrøvum, sum geva keyparanum meirilutan. Alt hetta fær Framtak ikki ágóðan av.

Stjórin í Framtaki verjir avtaluna

Partaeigarasáttmálin frá 2011 forðar grunninum í at selja til eitt marknaðarvirði, sum tá avtornaði, vísti seg at vera rættiliga nógv hægri enn í 2011. Kortini verjir Niels Dann West, stjóri í Framtak, ta avtalu, sum grunnurin gjørdi í 2011.

- Kurs 130 var ein góður marknaðarprísur afturi í 2011. Og tá vit vóru nøgd við avtaluna í 2011, so mugu vit eisini vera nøgd í dag, sigur Niels Dann West.

Hann upplýsir, at keypsrætturin við tí fasta kursinum var eitt krav frá nýggja privata íleggjaranum fyri at vera við. Eingin sølurættur er í avtaluni millum Framtak og Skansa Offshore.

Vil ikki gera bandaða samrøðu

Tað kann benda á, at Framtak afturi í 2011 átók sær ein vanda við at hanga upp á partabrøvini, um illa stóð til, men frásegði sær møguleikan fyri tí stóra vinninginum, um íløgan vísti seg at hilnast væl.

- Okkara vinningur lá í kursmuninum frá 121 til 130, og tað mettu vit tá vera í lagi, sigur Niels Dann West, sum ikki vildi gera samrøðu við útvarpið mikudagin.

Skansi Offshore eigur nú 59,5 prosent av Smyril Line og stýrir tí felagnum. Umframt partabrøvini frá Framtaki hevur Smyril Line keypt partabrøv frá øðrum privatum íleggjarum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982