Vilja hava fyritøkur at seta fleiri lærlingar

Vilja hava fyritøkur at seta fleiri lærlingar
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at landið skal endurrinda alla lærlingaløn í fýra ár, meðan lærlingurin er í skúla
Landið skal endurrinda alla lærlingaløn í fýra ár, meðan lærlingurin er í skúla, heldur Sambandsflokkurin, ið vil hava fleiri fyritøkur at seta lærlingar
 
08.03.2016 - 14:22

Endamálið við uppskotinum er at fáa fyritøkur at seta fleiri lærlingar. Sambandsflokkurin sigur, at hóast tilgongdin av lærlingum er vaksin síðani fíggjarkreppuna, átti hon at verið størri.

Tað vísir seg, at tá tilgongdin av lærlingum minkar í ringum tíðum, veksur hon ikki so nógv aftur, tá tíðirnar batna, og virksemið er størri.

Sambandsflokkurin vísir á, at teknisku skúlarnir og yrkisskúlarnirkring landið verða bygdir út, og samstundis hava bæði landið, kommunur og privata vinnan stórt byggivirksemi.

Landið endurrindar í løtuni 75 prosent

Men bøttar umstøður í teknisku skúlunum og yrkisskúlunum og økta virksemið í landinum eru eftir øllum at døma ikki nóg mikið at fáa fleiri lærlingar, og tí er neyðugt við øðrum politiskum átøkum, heldur Sambandsflokkurin.

Sum er endurrindar landið 75 prosent av lærlingalønini, og á fíggjarlógini í ár verður roknað, at endurgjaldið fer at kosta 14 milliónir kr. Tá er lærlingatalið umleið 300 um árið.

Eftir uppskotinum hjá Sambandsflokkinum skal landið endurrinda 100 prosent fyri lærusáttmálar, sum verða gjørdir frá 1. apríl í ár til nýggjársaftan í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109