Óvist hví virðið hækkaði so nógv

Óvist hví virðið hækkaði so nógv
Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, veit ikki, hví só stórur áhugi hevur verið í gjár og í dag fyri at keypa partabrøv hjá felagnum
Partabrævið hjá Atlantic Petroleum fór í gjár brádliga at fáa áhuga millum íleggjarar á keypsskálunum í Keypmannahavn og í Oslo
 
08.03.2016 - 17:09

Í gjár fór partabrævið hjá Atlantic Petroleum brádliga at fáa áhuga millum íleggjarar á keypsskálunum í Keypmannahavn og í Oslo. Tað skrivar oljan.fo

Stutt eftir, at keypsskálin í Oslo lat upp vaks Atlantic Petroleum við 295 prosentum í virði. Tí vildi keypsskálin í Oslo hava at vita um nakað serligt var á vási.

Keyp og søla steðgað eina løtu

Vøksturin var so ógvusligur í morgun, at leiðslan á Oslo Børs steðgaði keypi og sølu av føroyska partabrævinum, meðan kannað varð, um nakað óvanligt er.

Nakað seinni slepti keypsskálin í Oslo aftur leystum partabrævinum til keyp og sølu. Ben Arbabo, stjóri í Atlantic Petroleum, hevur onga frágreiðing fyri stóra áhugan.

- Eg veit ikki, hvør orsøkin er. Seinasta børfráboðan okkara var 1. mars, og tá boðaðu vit frá, at ársroknskapurin er útsettur eina viku, til 30. mars. Og tað fær onga sølu at vaksa, sigur Ben Arabo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109